Side:Ny Hungrvekja.djvu/49

Fra Wikikilden
Hopp til navigering Hopp til søk
Denne siden er korrekturlest


lysir sin veiki, nær dat verdr talat um dessi evni. Me geta inki, at einn glöymir, at eitt bröytisbil nyliga hevir byrjat, og at dat uvana i byrjunni stendugt styggir og skirrar; - men dann styviligasta rángtenking berkar sig utan blygsl, og me höyra eitt bræl um dat lága og usidada og tungvinnada vid dei djervi tviljodir, medan tjodir, som eru vára mynstr i sidhevd, láta tviljod fylgja á tviljod, utan at einn torir illmæla mál deirra elr standa á, at Shakespeare og Göthe ljoda betr i donsk enn i engelsk og tydversk tunga.

Me hava spillt ovmong ord á detta barnavas. Me skulu vara oss fyri at gera dat á gamalmennirni, som gánga i barnsdominn og onka ungdomsrnodit med dess fáfengdi draumar. Hvat finna me vel a botninn av tal deirra? Inki annat enn truin a ein „generatio æquivoca“, inki annat enn truin á hin læra, at liv kann verda alat beint fram av evnin, hvari dat finnst utan at hava onnur orsok. Ungdomsmodit er evnit, má vita, som av sig