Side:Ny Hungrvekja.djvu/37

Fra Wikikilden
Denne siden er korrekturlest

kell og Njáll bádu til einn almáttug Gud. Dessi málljodir flugu um i lopti og sungu fyri hánum frá blauta barnsbeini; hann höyrdi dei av fedrum og frændum; i husum og haugum; i bergum og bárum; dei fylgdi hánum at kyrkjudyrni og toku imot hánum, dar hann steig ut; hvar dá hestatráv og elvarsus og huldrarlokk snart döyvdi ettirklánginn av ein Marimössa, medan einhvor bakvend visa flaut inn i hug hánum, fyri sidan at ljoda rundt kringum i byggdum og tagga bornin bædi dei stora og dei smá. Lika eins gekk dat med lag og rett: domarni vurdu sagdi á tingum i framant mál; sjalv skynadi bondinn dei inki; havdi at minnstu ilt vid at gera nokkur meining megandi; - og kaus vel difyri optast heldr at semjast sin imillum um mál sin enn skjota til skils at Danafutum; - og undir alt detta vard hann dessutan svivyrd av bymanninn, hveim bondi og gap váru einstydandi ord. Men fylgjan av slik myrkjandi trykk og trykkjanda myrkr var, at sjonin fyri trádomar og rett dimmdist alt meir og meir: folkit vard framant fyri sitt