Hopp til innhold

Side:Historisk Tidsskrift (Norway), anden Række, fjerde Bind (1884).djvu/241

Fra Wikikilden
Denne siden er ikke korrekturlest

135. Triggjar voru tær tjörntunnur, | [stoyptur vóru83 á bál:
ikki talaði frú Margrata | drystuliguri enn tá.
136.84 Svaraði frúgvin Margreta, | ið brend var upp til kniggja:
Heimtið mær meistarin Hilmar, | nu vil eg hann siggja.
137. Fram kom meistarin Hilmar, | fellur fyri henni í knæ:
Krist signi teg, Margretu Eiríksdóttur | hvat viljið tær mær?
138.85 Tu heilsa Hakun faðirbroður, | seg honum so ifrá:
tú bið hann láta [kyrkju gera, | á bálinum at stá.86
139. Vill hann ikki [kyrkju gera | á mitt brennstað stá:86
triggjar ferðir, aður han doyr, | skal hann af vitinum gá.
140. Tú heilsa frúnni Ingibjörg, | hon var mær tann versta:
ta ið hon skal føda börn, | tá fødi hon fíl og hestar.
141 = 140 undtagen Rimene tunga (onda B) ~ hundar.
142 = 140 undtagen Rimene arga ~ vargar.
143.87 Eg eigi mær á Blálondum | sjeyvetra gamalt barn:
kemur hann norður til Noregis, | so mongum vekur hann harm.
144. [Fölin var so eldur | og slökkin var so88 eim:
sistur reið Eyðun Hestakorn | frá bálinum heim.
145.90 Mikil var tann miskunnin, | ið frú Margreta fekk:
triggjar ferðir Hákun kongur | at vitinum gekk.
146. Hann heilsaði frunni Ingibjörg, | hon var henni tann versta:
tá ið hon skuldi føða börn, | ta føddi hon fíl og hestar.
147 og 148 = 146 undtagen Rimane tunga ~ hundar, arga ~ vargar.
149. Siðla var um aftanin, | ið fólkið svövnin fekk,
tað var Margrata Eiríksdöttir, | í dreymar för sonin gekk.
150. Vatnkerildini tvey og try | eitt á hvörjum morgni,
tá var eg á Blálondum, | ta ið hetur leikaði í horni.
151. Reyður hevur login leikað | um tín moður brøst:
bæði fór hun af vörild út | hungrað og so tyrst.
152. Tú statt upp, ungi Magnus, | tu skonk tær mjöð í skál:
tað fyrsta rós, ið fyri teg kemur, | tu gev fyri möður sál.
153. Tu statt upp, ungi Magnus, | tu skonk tær mjöð í ker:
tað annað rós, ið fyri tag kemur, | teim fátaka tu gevur.
154. Magnus vaknar á midjari nátt, | sigur sinn dreym so brátt:
Undarligt havur fyri meg borið | alla hesa nátt.
155.90 Reyður hevur login leikað | um min moður brøst:
bæði fór hon af vörild út | hungrað og so tyrst.
156. Upp steig ungi Magnus, | skonkti sær mjöð í skál:
tað fyrsta rós ið fyri hann kom, | hann gav fyri móður sál.
157. Upp steig ungi Magnus, | skonkti sær mjöð í ker:
tað annað rós, ið fyri hann kom, | teim fátaka hann gevur.
158. Upp steig ungi Magnus | við sinar reyðar ringar:
kykur mundi greivin | at sinum harmi springa.