Hopp til innhold

Side:Historisk Tidsskrift (Norway), anden Række, fjerde Bind (1884).djvu/240

Fra Wikikilden
Denne siden er ikke korrekturlest

112 = 111 undtagen Rimene neyt ~ reið.
113.65 Tí svaraði Hákun kungur | ið fyrsta orðið tá:
Gangið tit í Nordnes | og kyndið henni bál.
114. Gangið tit í Nordnes | og kyndið henni bál:
Vil hon seg ei frá rættum svörja, | setið hana har utá.
115. Margreta gekk at kyrkjuni, | hevði bæði angist og harm:
har kom jomfru Maria, | hon skilti hana við barn.
116. Hoyr tu, frúgvin Margreta, | gev tær fullgott treyst,
ímorgin verður tú á báli brend, | gev tær fullgott treyst.
117. Margreta sat í kyrkjuni, | ætlaði at sitja við frið:
har kom Eyðun Hestakorn | við alt sitt valdra lið.
118. Margreta sat i kyrkjuni,66 | seyng úr síni bók:
[Eyðun knm har gangandi, | hann hendur um frúnna tók.67
119. Tekur hann hennara bádar hendur | aftur um bak at binda:
frúgvin græt en mødiliga | at blóð sprakk undan lindum.
120. Hoyrtú, Eyðun Hestakorn, | tú bint meg ikki nú:
tað byr undir lindini | sum minni formár enn tú.
121. Hoyrtú, Eyðun Hestakorn, | tú bint meg ei so fast,
tað byr undir lindini, | sum harrin hevur skapt.
122. [Summir rivu af henni klæði, | summir af henni skinn:68
drógu69 frúnna Margretu | í myrkvastovu inn.
123. [Eg fór mær til Noregis | at finna mína vinir og frændur:69
Nu er eg komið í husið tað | ið eg siggi ikki mínar hendur.
124.70 Svaraði frúgvin Margreta, | á foldina tar hun steig:
Eg náddi ikki til Postula-kyrkju | at siggja mín faðirs leigu.
125 [Tað var frúgvin Margreta | riður fram undir71 bý:
[eld sá hon72 á Nordnesi | [og logan73 undir ský.
126.74 Eld sá hon á Nordnesi | og logan undir ský:
Guð náði hesi beinini, | sum har skulu hvila í.
127. Her liggnr tú, Katrin keypmansdóttir, | sum pínuna toldi fyri mær:
hímiríkis einglarnir | teir bidja gott fyri tær.
128. Tað var Eyðun Hestakorn, | [ið frúnni gjördi tað versta:75
[Tá ið hon at bálinum kom, | hann vendi tá frúnna á76 hesti.
129. Ovuga koyrdi hann frú Margretu | í váðalogan inn,
í hesum sama váðaloga | hon føddi tað litla kind.
130. Tak tú mitt hit litla kind, | tú skert henni klæði reyð,
hon [má liva í Noregi | at elva sín moður78 deyd.
131. Tak tú [mína unga dóttur,79 | tú skert henni klæði grøn:
[hon má liva í Noregi,80 | af guði [takið tær81 løn.
132.82 Tað var Eyðun Hestakorn, | ið frúnni var ímót:
hann tók hennara unga kinð, | tað rendi uppá spjót.
133. Svaraði frúgvin Margreta, | tá ið henni kom barn á knæ:
Syndina og hevndina | vil eg fyrigera tær.
134. Syndina og hevndina | vil eg fyrigera tær,
sum eg vil á dóminum | guð skal forláta mær.