Side:Historisk Tidsskrift (Norway), anden Række, fjerde Bind (1884).djvu/238

Fra Wikikilden
Denne siden er ikke korrekturlest

66. = 36 (undtagen honum f. henni).29
67. Ikki vantaði [i ríkinum | hörpur og hörpuklang:30
Sjálvur gekk tá Hakon | undir börustang.
68. Eystan undir kyrkjuni, | sum dreingir eyka fold,
gróvu teir tað hit ljósa lik | niður í døkka mold.31
69.32 Margreta vaknar um miðnátt, | sigur sin dreym so brátt:
Undarligt hevur fyri meg borið | alla hesa nátt.
70.33 Meg droymdi, i Noregi | har var vaxin sút:
hjörtin í min faðirs garði | spældi fyri bergið út.
71. Meg droymdi, i Noregi | har var vaxin grein:
kom ein maður í svörtum klæðum, | spilli alt fyri teim.
72. Meg droymdi, i Noregi | har var vaxin viður:
kom ein maður í avörtum klæðum, | sló teir allar niður.
73. Svaraði greivin af Blálondum, | væl kann dreymin ráða:
Tað er tin hin sæli faðir, | fallin er ríki frá.
74. Er tað min hin sæli faðir, | fallin er ríki frá:
Nógv eigi eg í Noregi | gullið fyri at ráða.
75. Nógv hevur tú á Blálondum | gullið fyri at ráða:
enn at fara til Noregis, | at elva tær sorg og váða.
76. Tað var frúgvin Margreta, | sveipar hon seg í skinn:
so gongur hon í hollina | fyri meistaran Bjarnar34 inn.
77.35 Hoyr tú, meistarin Bjarnar, | hvat eg spyrji teg at:
viltu vera min styrimaður | yvir tað salta hav?
78. Svaraði hann Bjarnar | hið fyrsta orðið tá;36
so gjarna verði eg tín styrimaður | yvir tað salta hav.36
79.37 Nær skal bryggja og baka, | nær skal blanda vín?
nær skal eg teg aptur vænta | higar aptur til mín?
80. Er eg ikki aftur komin | á Mikkjalamessu í heyst,
tu skalt bryggja og baka, | gera fullgott treyst.
81. Er eg ikki aftur komin | á Mikkjalsmessu í ár:
tú skalt lata kyrkju geras, | ringja fyri mína sál.
82. [Harri Guð af himmiríki, | so tung var teirra38 mein:
Greivin fylgdi sinni frú | ytst á flóðarstein.
83.39 Lagði hann hendur um frúnnar háls, | myntist við hana blíða:
skiltist so frá lind í borg, | tey sogust ikki síðan.
84. Vindur hann upp síni silkisegl, | gull við vovin rand:
strykur ei á bunkan niður | fyrr enn við Noregis land.
85.39 Svaraði frúgvin Margreta, | á bunkan tar hon steig:
Siglið bak við Noregi, | tí tað er styttri leið.
86.40 Svaraði meistarin Bjarnar | ið annað orðið ta:
Siglið heldur hóvmansliga | inn á Berinsvág.
87.39 Svaraði frúgvin Margreta | ið annað orðið tá:
Vont man vera í Noregi, | min faðir er fallin frá.
88. [Kasta sinum akkerum41 | á so hvitan sand,
fyrst steig frúgvin Margreta | sínum fótum á land.