Hopp til innhold

Side:Historisk Tidsskrift (Norway), anden Række, fjerde Bind (1884).djvu/237

Fra Wikikilden
Denne siden er ikke korrekturlest
233
AUDUN HESTAKORN OG ST. MARGRETE PAA NORDNÆS.

41. Eyðun og frúgvin Ingibjðrg, | tey báru tað lík í land:18
tá var hann riðin Eiríkur hongur | niður til sjóvar strand.
42.19 Tí svaraði Eiríkur kongur, | mong eru dømin slik:
Hvaðan af landi havið tit ført | hetta hit ljósa lík?
43. Hoyr tað tú nu, Eiríkur hongur, | hvat eg tali til dín:
Hetta er frúgvin Margreta, | onka dóttir tín.
44. Svaraði frúgvin Ingibjörg, | elir hon síg so mjúka:20
Mitt í miðjum Írlandshavi | fingu vit moynna sjúka.
45.21 Tí svaraði Eiríkur kongur, | heldur a gyltum glógva:
Sprettið af tí ljósa líki | og latið meg sjálfan prógva.
46. Tí svaraði Eiríkur kongur, | tá ið hann likið sá:
Hetta er ikki min sæla dóttir | hvörki á brún ella brá.
47. Svaraði frúgvin Ingibjörg, | hon er só ráðavond:
Menniskan er so vanskepulig, | tá ið hon gevur upp ond.
48. Svóru fyri Eiríki kongi | tolv-manna skrín:
Hetta er frúgvin Margretu | onkadóttir tín.
49. Svóru fyri Eiríki kongi | tólv manna eið:
Hoyr tu, kongurin harri min, | viljið tær hava fleiri?
50. Tólv váru teir eiðir gjörðir | allir á einari stund:
tað var ei so undarligt, | hann var í dömum tung.
51. Tóku teir tað hit ljósa lik, | báru eptir veginum framm:
himiríkis einglarnir | ímoti henni rann.
52. Toku teir tað hit ljósa lik | báru í kyrkju inn,
sjálvar ringdu klokkurnar, | tað tendraðust ljósinni fimm.
53.22 Siðla var um aftanin | fólkið svövnin fekk:
tað var Katrin keypmansdóttir, | i dreymum fyri kongi gekk.
54. Hetta er [Katrin keypmansdóttir, | ið higar er komin til tín:23
eptir lívir á Blálondum | Margreta dóttir tín.
55. Margreta er á Blálondum | tað er henni betur,
hon ber greivans synir tvá, | hon verður har i vetur.
56. Árla var um morgunin, | hønsini tóku at gala:
kongurin heimtar Eyðun | sjálvan fyri seg at tala.
57. Hetta er Katrin keypmansdóttir, | ið higar er komin til mín:
eptir livir á Blálondum | Margreta dóttir min.
58. 59. 60 = 48. 49. 50.
61.24 Tað leið ekki longur um, | tað kom til so brátt:
kongin sókti helsótt | á teirri somu nátt.
62.24 Kongin sókti helsótt | á teirri somu nátt:
letur nú boð til Hakun gera | bæði skjótt og brátt.
63. Inn kom [ungi Hákun,25 | fellur fyri hann í knæ:
Krist signi teg, Eiríkur [bróðir min,26 | og hvat viltú mær?
64.27 Enn tá var tað Eiríkur kongur, | tekur í Hakonar hond,28
Margretu lýsi eg rikið halvt, | kemur hon lívs í land.
65. Ikki kostaði Hakun | minni við enn tá:
börurnar af reyða gulli | læt hann honum slá.