19. Kasta sinum akkerum | á so hvitan sand:
Eyðun og frúgvin Ingibjörg | gingu har fyrst á land.6
20. Eyðun og frúgvin Ingibjörg | gingu har fyrst á land,7
tá var greivin af Blálandum | riðin niður til strand.
21.8 Svaraði greivin af Blálondum, | heldur á brýndum knívi:
Hvaðan af londum havið tit ført | hetta hit væna vív?
22. Svaraði frúgvin Ingibjörg, | hon var so ráða full:
Hetta sama væna viv | vit seljum tygur fyri gull.
23. Mælti tað greivin af Blálondum, | gort er at taka till evna:
Hoyr tað, tú unga jomfru, | kann tu faðir tín nevna?
24. Eg kann ikki sannari | siga fyri tær,
Eiríkur kongur af Noregi | hann er faðir at mær.
25. Ta ið greivin hetta hoyrði, | hon var af kongakyni,
hann vildi ikki gifta hena bort | við sinum onka9 syni.
26. Tað var greivin af Blálondum, | hann gav tann virðin smá,
hann gav fyri frú Margretu | meiri gull enn hon vá.
27.10 Greivin eigir snekkjú tá, | flytur í sævarflód,
so letur hann til strandar bera, | hann laðar sítt skip í sjó.
28. Inn kemur Katrin keypmansdóttir, | fellur fyri teim á knæ:
Eina bøn, ið eg tygur biði, | hana veitið mer.
29.Eina bøn, ið eg tygur biði, | hana vil eg tiggja:
Lovið meg á Blálond | frú Margretu við at byggja.
30. Hvat skal tú á Blálondum, | tú kant tær einki mál:
far tú heldr til Noregis, | [tú kant har siðir vár.11
31. Verdur mær tað lagað, | eg komi til Noregis heim:
siga skal eg Eiríki kongi | tygra12 tungu mein.
32. Verdur mær tað lagað, | eg komi til Noregis lund,
siga skal eg Eiríki kongi, | tið seldu tað væna sprund.
33. Tóku tey [Katrinu keypmansdóttur,12 | lögðu í dúnið smá:
Eyðun og frúgvin Ingibjörg | tey seltust har omaná.
34. Tóku tey [Katrinu keypmansdóttur,13 | lögðu í hvíta lín,14
Eyðun og frúgvin Ingibjörg | tey skiltu hana snart við lív.15
35.16 Ikki kostaði Eydun | minna við enn tá:
börurnar af reyðar gulli | letur hann henni slá.
36.17 Börurnar af reyðar gulli | letur hann henni gera,
krossin af tí skæra silvur | merki til at bera.
37. Vinður hann upp sini silkisegl, | gull við vovin rand:
strykur ei á bunkan niður | fyrr enn við Noregis land.
38.17 Eiríkur kongur fyri glasi stendur, | gevur fullgott treyst:
Nu man koma knörrur tann, | ið hiðan fór í beyst.
39.17 Eiríkur kongur fyri glasi stendur, | sær á sinar hendur:
Nu man koma knörrur tann, | ið fyrr var burtur sendur.
40.17 Kasta sínum akkerum | á tann hvita sand:
Eyðun og frúgvin Ingibjörg | tey báru tað lik í land.
Side:Historisk Tidsskrift (Norway), anden Række, fjerde Bind (1884).djvu/236
Utseende
Denne siden er ikke korrekturlest