Side:Ny Hungrvekja.djvu/83

Fra Wikikilden
Denne siden er korrekturlest

fullnögjanda öydd. Danaveldit tottist hava aukat vid slik öyding. Dat tok frá Saxelv[1] til Nordkyn og lángt ut yvir havit til hin öylond, hvar Nordmenn einngáng havdi sott ut frá hardrædi og ofsi. Alt detta var bert ein Danmork. Soleid var dat ettir ervisegnirna, soleid skuldi dat vera ettir stjornarförit. Men ettir ervisegnirna skuldi dat inki nögjast med detta. Inki bert á Vargöynni og Berginjarhus, nei! ogso vid Mælarins og Helsingjabotnins strendr skuldi Danabrokin blakra. Inki bert vankunnugi, skakköygdi Finnar i gommunni á Kautokeinos fjallmork; inki bert hæddi, skrinnleitti strilar á tjotandi brimhest yvir Hordalands bodar, nei! ogso ovlærdi prestar i heilaga kyrkjur, ogso ovlátni adalmenn á nidervdi hövdingjasætum burti Wasas og „gossarnes“ land skuldi bidja til Gud fyri Danakonunginn og dat danska fostrlandit. Fylgjan av Danaveldins stjornarföri kravdi, at Sviariki lika eins som Noreg skuldi verda lægd at ein

donsk byggd. Men dat torvunna med at halda

  1. Elbe.