Side:Ny Hungrvekja.djvu/58

Fra Wikikilden
Hopp til navigering Hopp til søk
Denne siden er korrekturlest


tungumálin sjolv vilja bregdast og skapast vid dat norröna frumsevnit, og dat so mykit meir, som dessi verknad inki bert er naudsynlig og usjalvviljandi vid málanna og tjodanna stand sin imillum, men nettupp einn máltilskapnad av Nordmannanna mállydska verdr trátt genum dessi idn og er eitt hovudmid. Hertillands at vilja fremda mál sitt saman med dat hæva skáldakyn ut á Island, som bert væntir á modirfolkins samband fyri at syna Germania, at dat inki hevir reist snildarverk og haldit deirra skap uppi fyri inki, vildi sona vera: umframt i og fyri sig sjalft at vera ein heilog skuld, som fyrr getit, ogso vera at stydja brodirfolk i deirra almenniligi, tjodligi fremdi. Men dá dessi fremdi almenniliga nettupp vildi krevja som rett skilord[1], at tjodirna vurdu meir samgengda og minnra einstaka lika yvirfyri hvoradra, og málsameign elr storri málskylda vildi vera dat greidasta medal til at fullnögja hitt skilord, medan á sama tid slik málsameign elr

  1. bedingung.