Ny Hungrvekja/IV

Fra Wikikilden
J. D. Beyer (s. 80-90).
◄  III
V  ►

Do at inki naudsynligt fyri várt evni kunnu me inki láta vera nu at sökja einn spurdagi löyst, som inki kann annat en standa oss fyri augum vid dessi lutir og freista til nærri áskodan. Hvorleid er dat moguligt, hvorleid kann einn tyda hin auglysing,[1] som jau er sannförd, at fysna, trong, beint fram eiginkærleiki, tjodarkennsla hjá Nordmonnum fullnögist vid ein truarlæra, hvess hugsjon röyniliga er spillingin av deirra tjodskap? — Soleid lydr dessi spurdagi. Auglysingin er sogulig, lát dá sagan tyda hana; hun gerir dat betst vid at fortelja truarlærunnar upphav.

Danskapinn tottist vera kominn lángt fram at sitt mál. Dei tjodlig-norröna evnin totti fullnögjanda öydd. Danaveldit tottist hava aukat vid slik öyding. Dat tok frá Saxelv[2] til Nordkyn og lángt ut yvir havit til hin öylond, hvar Nordmenn einngáng havdi sott ut frá hardrædi og ofsi. Alt detta var bert ein Danmork. Soleid var dat ettir ervisegnirna, soleid skuldi dat vera ettir stjornarförit. Men ettir ervisegnirna skuldi dat inki nögjast med detta. Inki bert á Vargöynni og Berginjarhus, nei! ogso vid Mælarins og Helsingjabotnins strendr skuldi Danabrokin blakra. Inki bert vankunnugi, skakköygdi Finnar i gommunni á Kautokeinos fjallmork; inki bert hæddi, skrinnleitti strilar á tjotandi brimhest yvir Hordalands bodar, nei! ogso ovlærdi prestar i heilaga kyrkjur, ogso ovlátni adalmenn á nidervdi hövdingjasætum burti Wasas og „gossarnes“ land skuldi bidja til Gud fyri Danakonunginn og dat danska fostrlandit. Fylgjan av Danaveldins stjornarföri kravdi, at Sviariki lika eins som Noreg skuldi verda lægd at ein donsk byggd. Men dat torvunna med at halda denna stjornin fram til sigr röyndi livsstrenginn i Danafolkit. Tapit av Noreg, hitt fátika bondaland, som do var fruktin av og medalit til dess saga, som do var Danaveldins annarr helming, - Danmarkar tap av Nord-Danmork var nært. Hvar lángt, usegjanda lángt stod inki Danaveldit frá sitt endamál! Detta laut fylla med otti — eggja til trausti. Og endalyktin vard her dann sama som so vida annan stad undir slika umstodur: folkit gekk til sig sjalft; leitadi fram, hvat dat átti; sá, hvat dat havdi verit, og fann tröyst. I dessi leitunni fann dat bland annat dat norröna bokverkit, Noregs og Islendingasogurna. Detta heimladist Danaveldit; erviordit dömdi allt lángu sidan tjodin, som havdi reist detta bokverkit, donsk; likligt og natturligt var dat difyri, at bokverkit sjalft vard dömt samaleid. Og med di at detta bokverk, do at einkaliga höyrandi dann norröna tjodargreininni til, vid hátt sinn lytr verda hávyrdt av hver tjod som kennir dat, so var dat hardla natturligt, at dat laut verda hávyrdt av ein nærskyld tjod og allramest av Danirni, som umframt heimladist eigidomsrettinn til dat og dessutan funnust i eitt stand, hvar dei girugliga gripu allt fyri inki at missa nokkut. Detta bokverk skuldi soleid nu javnvel som allt eiginliga danskt, som danskt verda dyrkat til heill at Danaveldit. Endalyktirna av detta váru dá reisingin av einn megandi, sogulig skuli og avbragdsliga reisingin og dann vidari fremdinn av eitt meganda riki i skáldskapins heim. Dessi soguligi skuli og dessi skáldskap lytr difyri likligast verda nevnd som rikisskipandi;[3] rikisskiparinn gerdist visindamann, sogumann og skáld; Danaveldit gekk inn i fornoldin og diktningin; tok at hverva in abstractum. Dess livsstreng var vordinn ovspennd; slaki og máttlöysa lutu fylgja.

Me turva inki her nokkut tal um hinn soguligi skuli; di at dat, som geldr fyri hánum, geldr ogso fyri hitt nya danska diktningarriki; bert at me, hvar me tala um detta, fá sagt allt langu betr og greidar. Men dess meir ljota me dá hvessa augun á detta riki i diktningarheiminn; diat dess vokstr og fremdi vid kennskapinn til Norrönabokverkit hevir stor lut i hinn ovanfyri nevndi norröni Nordlendingskap. Hinn skáldskap var dat gamla Danaveldins grovsong; hann vard einn voggusong fyri dann endrborni Noreg.

Havdi tjodirna komit at standa onnurleid, radt gagnstadt hvorodrum; havdi fremdinn til Noregs sjalvrædi verit natturlig, - fylgd av umvelting og attrbera, opinberligt hat og kappsamt sjalvrædismod hjá Nordmonnum, dá havdi dessi stengd allt danskt uti frá sig som skadligt. Dei havdi meir gengit fram mot sig sjalv, dess kappsamar leitat ettir og dess snöggar funnit sina retta mynstr. — Men hvar laut inki undir slika umstodur hinn danski rikisskáldskap, um hans ljom einngáng havdi nádd herupp, hava lydd furdliga[4] fyri dei illtenkti og uppösti Nordmenn, som nu javnvel som Islendingarni havdi kennt Norrönamálins bokverk tilgagns og girna kannadist vid dat. Detta skáldskaparriki, hvari Öhlenschlæger red[5] so lengi, er jau fyri störsti lutinn byggd med hini hövdingjar og merkismenn, som ferdast og tala i Nordmannanna saga. „Hvat vilja Danirni med vári hövdingjar og kappar! vilja dei nida oss? Dei kunni inki halda Noregsövringin fram til endinn; me norröni böndr komu aldri á Sjælands grunn, fyri som seldi plogöykir at sveita undir ridifutins svipusmell. Vilja dei hevna sig á hini Ynglingakonungar, fyri di dei letu oss, dei tregi, einlyndi bondakarlar halda odalinn sinn, og nu ettir at dei hava brotit deirra gravir, öydt deirra minnismork, bjoda deirra hági hamar uppattr, fyri á einn skáldakonungs laushugada bod at gera kunsttjonusta fyri Danafolkit undir rop og glymjandi handslog? Elr er dessi skáldskap einn audmjuk og rædd blotsong, hina tiljur eitt hov, reist til dyrkan av dei gamli Nordmannanna andar, hvar deirra likneskjur vid godins truarmátt verda magnadi[6] til röyving[7] og heillrádanda mæli, likaeins som skurdgudinn i hovit á Hálogaland, hvarum dar er ein gomul saga? Idra[8] nu Danirni sin illstjorn og vilja dei i kvædum lova dann tid, dá Noreg enn var blömandi nog, fyri vid eitt samband i ond og sannleiki at kunna hava vordit deirra frii og sterki sambandsmann istadinn fyri einn veik og trássug Undirdani?“ Soleid laut hugaravlinn hava viljat tyda dessa bokliga auglysingir i Danmork undir einn ofsin frelsisstrid á hendi Nordmannanna og undir eitt framhaldit danskt hardriki. Fysnan plagar inki vera vistenkt, má vita; hun tydir heldst auglysingirna ettir sitt eigit tenkifrödi;[9] - inginn vil difyri med retti undrast yvir slika tydingir, nær hann minnist várr undirbunad, at Nordmennirni undir hina umstodur havdi kennt sitt mál og sitt bokverk og livd sig inn i vitindit um dat; - hvorleid skuldi dei ellest hava rádit detta, at deirra versti tjodarfjandr gávu sig til at kynnast deirra gullaldarsaga og lovsyngja dei fedr, hvess synir dei i árhundrud havdi veitt ágáng og enn striddi fyri at kuga til fullkomni trælar!

Men av allt detta vard dar inki. Umstodurna gegndi dann fjandliga skilnad millum Nordmenn og Danir. Nordmennirni vurdu Donum kvitti og gengu i samband med Sviarni. Dar vard frid i Nordlondum.

Hjá Nordmonnum red imedan eitt gudmod[10] yvir dat vunna frelsit. Detta gudmod fagnadist vid hinn danski skáldskap, hvari Nordmannanna minni vard sungit; vid hans norröna frumsevni kann einn segja, at dessi skáldskap vard tjodlig fyri dei enn ovdanskadi Nordmenn. Dat var inki bert genum sini fostrlandslovandi horpuljodir,[11] at dessi ropadi[12] sitt frelsi og sitt sjalvrædi; nei! ogso genum hin hugvitsliga Öhlenschlæger-Grundtvigska skáldastjorn, ogso genum hini Danaveldit skipandi og aukandi songar ropadi dei Danskapins[13] ævilykt,[14] Danaveldins veldistrot, sitt frelsi. — Dat var fyridi dessi Nordmenn, som me ovanfyri hava sjet, váru alltfor uvitandi um sitt eiginliga stand, um tjodinnar djupa læging, um natturin av hennar eignir og hennar rett, til at dei tilgagns kunni sjá dann radt at deim komni Danskleikinn og sjá hann i hans sanna bragd, at dessi danski skáldskap tekktist deim. Skilnadinn millum norrönt og danskt, dat norröna mál og norröna gullaldarbokverk var litit elr inki kennt; einn vissti inki dá, hvat alli nu med retti átti at vita. — Men med di, at dessi skáldskap fullnögdi aug heldr tendradi dann norröna tjodarkennsla og helt so fram radt inn i vári dagar, idi ættlid ettir ættlid bert kom til ring kunnskap um dei eiginliga tjodliga tilstondin, - nettupp darvid gerdist dat og, at dessi skáldskap i sinn natturligi fremdi, som frödandi strengleikar,[15] visandi á brodirlandanna vinskap, Nordlandanna samband, Nordlandanna sameining, og utan detta: fári, öyding, sona attr - som me allt hava sjet - bert Danskapins málföri, undir varandi Nordlendsk frid og heppin ytri tilstond, laut finna trunad, fekk bröyta sig veg til dei unga, norröna hjortun, vard tjodlig fyri Nordmenn. — Og soleid kom norrön tjodarkennsla at byrtast i hinn Nordlendingskap, som me ovanfyri hava vegit og funnit for lett.

Do, hava me enn sannfört, at hinn Nordlendingskap inki er annat enn einn máti fyri norrön tjodarkennsla, og umframt detta, fyri ein kennsla, som ettir sin hugsjon ingaleid stengir tjodarhat uti, men enndá hevir detta som undirbunad og spár dat mot Danmork vid dat vaksanda norröna tjodarvitindit, - at einn sona hevir gert uvyrduliga til ein há og heilog hugsjon, so kunna me ogso nu, ettir at sagan hevir fortalt oss upphavit av slik fárlig misgáing, tröysta oss med, at misgerdin do tykkir störri, en hun röyniliga er. Hun er framid i saklöysa, fyrr frodleikstreit vard markat. Hun hevir sin orsok i uvitindi um lutanna sanna vera, i uvitindi um retti veginn til Nordlendingskapinn. — Dann ungi norroni fostrlandsvin, som i gudmod ropar frelsi, sjalvrædi, anti-danskap, vonar med dat sama eitt medal fyri sin hugsjon i frænda sameining, og á sitt meinlausa stig kysr[16] hann dat medal, som dann gamli Dani bydr, - men hvarvid hann, som me hava sjet, inki bert inki nár fram til dat ætlada mál, men endo beint fram gengr sin eigin öyding imoti. — Sagan hevir imedan synt dann retti veg til dann retti Nordlendingskap; dann norröni fostrlandsvin hevir nettupp vid sin misgáing synt, at hann vildi hava kosit dann retti veg, um dessi havdi verit opnad fyri hánum; dat segir sig dá sjalft, at hann nu lytr lyda á sagan, som frödir hann; gerir hann dat inki, vil hun döma hann, og dessi dom vil verda utan vægd.[17]


  1. phänomen.
  2. Elbe.
  3. politisch.
  4. sonderbar.
  5. von ráda (imperf.).
  6. kraft verlehnen.
  7. bewegung.
  8. bereuen.
  9. logik.
  10. enthusiasmus.
  11. patriotische lyrik.
  12. proclamiren.
  13. danismus.
  14. ende.
  15. lyrisch-didactische poesi.
  16. von kjosa: wählen.
  17. nachsicht.